Bøur

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Bøur er 18 merkur, og av teimum eru 13 merkur og 4 gyllin festijørð, sum er býtt millum fýra festarar, og 4 merkur og 12 gyllin eru óðalsjørð. Í bygdini búgva 75 fólk. Áseyðatalið er 496.

Bóndabygdin Bøur, sum er gott útróðrarpláss, liggur á norðaru síðu á Sørvágsfirði. Tá ið einahandilin varð niðurlagdur í 1856, fekk Bøur straks eitt virki, sum keypti og virkaði fisk. Vegasamband til Sørvágs kom í 1953.

Kirkjan, sum er í gomlum føroyskum stíli, er frá 1865. Fyrsti skúli í bygdini varð vígdur í 1916, men er nú niðurlagdur.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.

  • Jon Sigurð Hansen

    (f. 1967) Cand.mag. í søgu. Rithøvundur, sjálvstøðugur.