Kunoy

Kunoy, listarverk eftir Zacharias Heinesen 1998. Fjøllini á Kalsoynni síggjast hinumegin sundið.
JAKOB SKOU-HANSEN/STATENS MUSEUM FOR KUNST

Kunoy er 35,46 km2 og er triðstørst av Norðoyggjum, og her eru tríggjar markatalsbygdir: Kunoy, Skarð og Haraldssund. Í Kunoy, sum hevur verið sjálvstøðug kommuna síðani 1931, búgva 145 fólk. Talið hevur verið so at siga óbroytt síðani 1966.

Kunoy er í meðal hægsta oyggj í Føroyum, hennara hægsta fjall Kúvingafjall, sum er 830 m, er fjórðhægsta fjall í landinum. Av tíggju teimum hægstu fjøllunum í Føroyum – yvir 800 m – eru sjey á Kunoynni. Oyggin er eyðkend av djúpum botnum, sum skera seg inn í fjallaryggin, serliga eystanfyri á oynni. Tunnilssamband er millum Kunoy og Haraldssund og ein byrging við koyrivegi er millum Haraldssund og Borðoy.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.