Fugloy

Fugloy er 11,18 km2 til støddar og er tann minsta og eystasta av Norðoyggjum. Hægsta stað á oynni er Klubbin, 621 m. Bygdirnar eru tvær, Hattarvík eystanfyri og Kirkja sunnanfyri.

Í landnyrðing liggur Fugloyggin opin fyri Atlantshavi, og sunnanfyri skilur Fugloyarfjørður hana frá Svínoynni. Hann kann vera sera vandamikil á vetri, og lendingarnar har norðri eru sera lítið útbygdar. Í desember 1941 gekk bretska skipið Sauternes burtur í óveðri í Fugloyarfirði. Skipið var komið úr Onglandi við jólavørum til teir bretsku hermenninar í Føroyum. Teir løgdu seg at bíða eftir betri veðri í Fugloyarfirði av eini lagnutungari misskiljing, teir hildu seg liggja tryggar í Fuglafirði.

Koyrivegur er millum bygdirnar og lending í báðum bygdunum, men lendingarviðurskiftini kunna vera sera torfør ella heilt ómøgulig í vánaligum veðri. Í dag er regluligt tyrlusamband komið afturat ferjusiglingini.

Fugloy hevur verið sjálvstøðug kommuna síðani 1932. Íbúgvatalið var størst í 1935 við 227 fólkum. Í tíðarskeiðinum 1966-2020 minkaði talið úr 105 niður í 43 persónar. Av teimum búgva 30 á Kirkju og hini í Hattarvík.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.