Kópur


Mynd frá seinast í 18. øld, sum vísir menn á steinkópaveiðu í Vága sýslu. Bæði steinkópur og láturkópur vórðu veiddir, meðan teir høvdu hvølpar. Menn sníktu seg inn á teir á landi og tóku teir av lívi við gassum. Steinkópur var lættari at fáa fatur á enn láturkópur, sum heldur til á illa atkomuligum látrum.
DET KGL. BIBLIOTEK

Av teimum 33 núlivandi kópasløgunum búgva sjey í Norðuratlantshavi. Fyrr vóru tvey kópasløg í Føroyum, men síðan steinkópur (Phoca vitulina) hvarv um miðja 19. øld, hevur láturkópur (Halichoerus grypus) verið tann einasti, sum nørdi seg í Føroyum. Afturfyri hava ymsir norðurpólskópar av og á lagt leiðina gjøgnum føroyskan sjógv.

Ílegukanningar hava víst, at láturkópur kom til Føroya úr Bretsku oyggjunum aftan á síðstu ístíð fyri uml. 10.000 árum síðan. Hann er rættiliga stórur, og brimlarnir kunnu gerast 2,3 m langir og uml. 300 kg tungir.

Láturkópur heldur seg í høvuðsheitum nær strondini og fer sjáldan út á dýpi, sum er meira enn 100 m. Teir síggjast mest við strendur móti opnum havi. Har er steyrrætt berg móti havinum, gjøgnumgatað av gjáum og hellum. Aðrastaðni leggur láturkópur hvølpar sínar í opnum landslagi á hólmum, skerjum og smáum oyggjum úti fyri strondini.

Men í Føroyum leggur láturkópur, sum navnið sigur, á látrum, t.e. í hellum, sum bara eru atkomulig úr sjónum. Frá síðst í september og inn í desember leggur láturkópaopnan ein nósa. Hvølpurin hevur hvíta ull, sum vatn rínur við, til hann er umleið tríggjar vikur gamal, og tí má hann vera uppi á landi, til hann umleið tríggjar vikur gamal skiftir ull. Hvølpurin vigar umleið 15 kg, tá ið hann verður lagdur. Mjólkin hjá opnuni er ógvuliga feit, og tá ið hann hevur sogið mammuna í umleið tvær vikur, vigar hann uml. 50 kg. Tá fer opnan frá hvølpinum, sum so má bjarga sær sjálvur.

Heilt síðan landnámið hevur láturkópur verið veiddur. Serliga teir nýløgdu hvølparnir vóru lættir at veiða, tí fosturullin gjørdi, at teir kundu ikki rýma til havs. Útgjørdir við látraljósum og kópagassum sigldu bátar í oktober á kópalátrini og slógu vaksnar kópar og hvølpar, sum teir komu óvart á, niður. Kópatvøstið varð etið, spikið varð brætt til lýsi, og skinnið varð garvað og seymað til skógvar og taskur. Í tveimum førum varð enntá lovað heiðursløn fyri veiddan láturkóp, tí fiskimenn søgdu, at stovnurin var so stórur, at hann hótti fiskiskapin. Í tríára veiðu fyri virðisløn í 1960-árunum vórðu 970 láturkópar dripnir. Í tí sambandinum varð heildarstovnurin av láturkópi í Føroyum mettur til 3.000 kópar, sum árliga løgdu uml. 500 hvølpar. Láturkópur verður ikki veiddur longur, og føroyski stovnurin verður nú mettur at liggja um 1.000 kópar.

Av og á reika norðurpólskópar inn í føroyskan sjógv, tá ið teir ferðast suðureftir. Tann lítli ringkópurin (Pusa hispida), sum annars er nær knýttur at norðurpólsísinum, er í seinni tíð sæddur við Føroyar tvær ferðir, og eisini vórðu fimm ringkópar skrásettir í heiðurslønarveiðuni í 1960-árunum. Tann knapt 3 m langi og upp í 400 kg tungi klappus (Cystophora cristata) var vanligari í føroyskum sjógvi fyrr enn nú. Í heiðurslønarveiðuni í 1960-árunum vórðu t.d. tríggir klappusar dripnir, og í apríl-mai fóru klappusar ofta á laksalínurnar, sum fiskimenn settu 100-200 sjómílir norðan fyri Føroyar. Fylgisveinaeygleiðingar vátta hetta og vísa, at klappus kemur í føroyskan sjógv tíðliga á vári og fyrst um summarið at eta niðurfyri. Áður vórðu eisini einstakir grønlandskópar (Pagophilus groenlandicus) veiddir á laksalínunum, og tað var heldur ikki óvanligt at síggja teir, tá ið kópaveiða fór fram. Tó hevur grønlandskópur ikki verið sæddur í føroyskum sjógvi í seinastuni. Afturfyri hava fleiri granarkópar (Erignathus barbatus), sum annars ikki hava verið skrásettir í Føroyum, verið eygleiddir. Roysningur (Odobenus rosmarus) sæst bara sum tilfallandi gestur, og langt er ímillum, at hann vitjar. Í ávikavist 2010 og 2013 vórðu tveir roysningar, sum løgdu leiðina um Føroyar, merktir, so tað skuldi bera til at fylgja teimum við fylgisveini. Annar setti kós beina leið aftur til Svalbard, haðani hann var komin, men hin náddi at vitja Orknoyar, Ísland og Noreg, áðrenn eisini hann fór norðuraftur í Íshavið.

Steinkópur hvarv

Til miðja 19. øld nørdist steinkópur (Phoca vitulina) í Føroyum, og gamlar frásagnir eru um, at stovnurin var til støddar á leið eins og stovnurin av láturkópi (Halichoerus gryptus).

1,2-2 m langur og 65-140 kg tungur er steinkópur væl minni enn láturkópur, og ólíkt sínum størra frænda legði hann inni á firðunum, har betri lívd var. Hann hevur tí verið nevndur innanfjarðaður kópur. Hvølparnir vórðu lagdir í mai-juni á hólmum og skerum á firðunum, og har vóru teir tær 3-4 vikurnar, sum teir sugu mammuna. At búpláss teirra var so lætt at koma til gjørdi, at steinkópur var í stórum vanda, og veiðuágangurin móti honum var stórur. Tann vanligasti veiðuhátturin var at sláa kóp. Kóparnir vórðu slignir í grúkin við gassa. Spikið, sum varð brætt til lýsi og m.a. nýtt til lampur, var sera virðismikið. Tvøstið varð etið, og skinnið varð garvað og seymað til skógvar og taskur.

Síðan steinkópur hvarv, hevur hann fleiri ferðir verið at sæð við Føroyar. Óivað hava tað verið einstakir fjakkarar úr Hetlandi, og teir hava higartil ikki megnað at endurreisa føroyskan stovn.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum