Djóralívið í havinum

Trælsrassur (Cucumana frondora) er millum vanligastu botndýr, sum liva við Føroyar, serliga har sum botnurin er harður.
RIGHTS MANAGED/RITZAU SCANPIX, 2007

Í havinum kring um Føroyar er fjølbroytt djóralív. Til hetta djóralív hoyrir umframt fisk og havsúgdjór eisini ein mongd av ryggleysum djórum. Í 1920-árunum kannaðu danskir lívfrøðingar djóralívið, og úrslitini vórðu seinni útgivin í 6-bindaverkinum The Zoology of The Faroes. Kanningarnar av havbotninum vórðu gjørdar innan fyri 100-metradýpið, og har vórðu skrásett umleið 850 ymisk sløg av ryggleysum botndýrum umframt gilt av botnfiskasløgum. Í sambandi við Biofar-verkætlanina varð havbotnurin aftur kannaður árini 1988-90, og hesa ferð á 100-1000 metra dýpi. Higartil er skrásett eini 1.570 ymisk sløg av ryggleysum dýrum, men enn eru ikki øll sýnini greinað, og væntandi fer talið at koma upp á umleið 3000 sløg. Afturat tí kemur eitt ókent tal av smáum dýrum uppi í sjónum umframt á leið 240 fiskasløg, 24 hvalasløg og láturkópur, ið er einasti kópur, sum eftir er í Føroyum.

Havsúgdjór

Havsúgdjór er felagsheiti á teimum súgdjórum, sum liva tað mesta av lívinum í sjónum. Hóast tey minna nógv hvørt um annað í útsjónd, tí tey eru lagað til lív í sjónum, eru tey ikki nær skyld og fevna um fleiri ymiskar hópar, eitt nú hvalir, kópar og sjókýr. Í sjónum kring um Føroyar eru havsúgdjórini hvalur og kópur.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum