Siðsøgulig søvn og mentanararvur

Í 2002 læt framsýningin Úr útlegd upp á Tjóðsavninum. Á sýningini vóru teir nýheimkomnu Kirkjubøstólarnir og aðrir fornlutir, sum áður høvdu verið í varðveitslu á danska tjóðsavninum í Keypmannahavn, Nationalmuseet. Kirkjubøstólarnir eru 16 stólar ella bonkargalvar, tveir biði- ella lesipultsgalvar og ein skriftastólur. Hildið verður, at teir eru útskornir á einum vesturnorskum verkstaði og eru millum tað fremsta, sum vitað er um í norðurlendskari træskurðarlist. Stólarnir vóru ætlaðir til dómkirkjuna, Magnuskirkjuna, í Kirkjubø, men vórðu seinni settir upp í sóknarkirkjuni, Ólavskirkjuni. Í sambandi við umvælingararbeiði í sóknarkirkjuni vórðu stólarnir í 1875 sendir til Keypmannahavnar.
THOMAS BILLE, 2021

Mentanararvurin verður fyrisitin av ymsum mentastovnum, sum í flestum førum eru settir á stovn sambært løgtingslóg eftir 1948, tá ið heimastýrislógin kom, tá yvirtóku føroyingar skjalasavnið, bókasøvn og fornminnissavnið. Onkur av hesum stovnum er tó frá tíðini undan heimastýrislógini.

Tjóðsavnið

Tjóðsavnið varð stovnað í 2018, tá ið tey ymsu meginsøvnini vórðu løgd saman. Tjóðsavnið er skift sundur í deildir, eina fornfrøðideild, eina fólkalívsdeild, eina bygningsdeild og eina náttúrudeild. Fyrisitingin heldur til niðri í Hoyvík, og har er eisini útisavn. Í Brekkutúni 6 hevur savnið sýningar- og goymsluhøli og eina fasta sýning sum viðger føroyska náttúru og siðsøgu.

Náttúrusøguligi parturin fevnir um jarðfrøðiliga uppruna Føroya, fugl, fisk, hval, lívið á havbotninum, djór á landi, plantur og skónir. Siðsøguligi parturin er ein fornfrøðilig sýning um víkingatíðina og miðøldina, søguligar hendingar og lutir, gongdina í fiskivinnuni, grindadráp, føroyska bátin og føroysk klæði.

Á myndini sæst ein av Kirkjubøstólunum við mynd av Eiriki av Pommern og skjaldramerkinum hjá Filippu drotning. Tey vóru gift árini 1406 til 1430, og stólurin er tískil tíðarfestur til tey árini. Undir skjaldrarmerkinum síggjast Maria og Elisabeth úr Nýggja Testamenti.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Landsbókasavnið

Landsbókasavnið húsast í J. C. Svabos gøtu 16. J. P. Gregoriussen teknaði bygningin, og hann stóð liðugur í 1980. Landsbókasavnið er sprottið úr Amtsbókasavninum (Færø Amts Bibliotek), ið var stovnað í 1828 og mett at vera elsti mentastovnur í Føroyum. Í 1931 flutti bókasavnið í nýggj hús á Debesartrøð (Gróthúsið).

Tjóðskjalasavnið

Tjóðskjalasavnið húsast í sama grannalagi sum Landsbókasavnið og hevur skrivstovur í gomlu postmeistarahúsunum og lesistovu og skjalagoymslu beint yvirav. Upprunin til Tjóðskjalasavnið var Amtsskjalasavnið (Færø Amts Arkiv) stovnað í 1932. Tað árið flutti savnið saman við Amtsbókasavninum og Fornminnisgoymluni inn í bókasavnshúsini á Debesartrøð. Við løgtingslóg varð Landsskjalasavnið so stovnað í 1952. Í 2018 skifti Landsskjalasavnið navn og eitur nú Tjóðskjalasavnið, samstundis varð lógin broytt soleiðis, at skjalasavnið eisini fevnir um talgild savnindi.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Herleif Hammer

    (f. 1970) Cand.phil. í søgu og mentanarsøgu. Stjóri á Tjóðsavninum.

  • Armgarð Weihe

    (f. 1964) MA í savnsfrøði og sniðgevi. Fulltrúi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.