Føroya stjórn og stýrisskipan

Skrúgaonga ólavsøkudag 2021. Løgtingslimir, landsstýrisfólk, bispur, allir landsins prestar og landsins hægstu embætismenn ganga frá Tinghúsinum til dómnkirkjuna. Eftir eina serliga gudstænastu fara tey niðanaftur í Løgtingið, har løgmaður heldur sína setanarrøðu.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

»Føroyar eru ikki ein statur, men eitt land við partvísari statsdygd.« Henda rámandi lýsing stavar frá føroyska politikaranum og løgfrøðinginum Edward Mitens í einum kjaki um heimastýrisskipanina í Ugeskrift for Retsvæsen í 1950, stutt eftir at skipanin var komin í gildi.

Føroyar hoyrdu upprunaliga undir norska konginum. Sum tíðin leið gjørdust Føroyar so líðandi nærri knýttar at Danmark, sum var tað meiri stýrandi av teimum báðum ríkjunum í kongsveldinum Danmark-Noregi 1380-1814. Sama hvussu veruliga tilknýti var, stendur grundarlagið fyri, hvussu Føroyar fólkaræðisliga hoyra til danska ríkið, í grein 4 í friðarsáttmálanum ímillum Danmark og Svøríki, undirskrivaður í Kiel 14. januar í 1814.

Føroyar sum partur av danska ríkinum

Norðurlandahúsið í Havn er karmur um seinasta formansumfarið 20. januar 2004 undan tilstundandi løgtingsvali.
THOMAS BORBERG/RITZAU SCANPIX

Upptøkan av Føroyum í danska ríkið var tó ikki fyrr enn um leið miðjuna av 1800-talinum í sambandi við, at Danmark fekk fólkaræðisliga stjórnarskipan. Mótsett donsku amtunum fingu Føroyar ongan fólkavaldan lim í Den Grundlovgivende Rigsforsamling 1848-1849, men kongur skuldi velja eitt umboð. Grundlógin frá 5. juni 1849 var kortini tinglisin og sett í gildi í Føroyum ímillum 1849 og 1850. Hví føroyingar ikki vóru hoyrdir um málið, er ikki heilt greitt, men ofta verður dentur lagdur á, at tá var eingin fólkslig skipan í Føroyum at umboða meiningarnar hjá fólkinum. Einki Løgting var ímillum 1816 og 1852, og eingi ella bara fá fólk høvdu eina almenna hugsan um málið.

Hóast Grundlógin var komin í gildi, vóru føroyingar ikki umboðaðir á Ríkisdegnum enn. Í oktober 1850 legði danski innanríkisráðharrin uppskot fyri danska ríkisdagin um eina serstaka lóg um umboðan á ríkisdegnum. Tá ið lógaruppskotið var fyri, kom prinsipielt orðaskifti á Ríkisdegnum um støðu Føroya í Danska ríkinum. Leiðandi politikarar sum A. S. Ørsted løgdu dent á, at Føroyar sum gamalt lógarøki, har fyrst norskar og seinni danskar lógir ikki av sínum eintingum fingu gildi í Føroyum, ikki áttu at verða umboðaðar á Ríkisdegnum, uttan fólkið hevði havt høvi at koma til orðanna. Kortini varð lógaruppskotið samtykt við stórum meiriluta í desember 1850, og sambært hesum vórðu Føroyar umboðar á Ríkisdegnum við tveimum limum, einum í Fólkatinginum og einum í Landstinginum.

Føroya Løgting varð seinni endurstovnað í mars 1852 og fekk støðu sum amtsráð, men við nøkrum víðari heimildum, sum til dømis ráðgevandi luttøku, tá ið lóggevandi valdið fremur og hevur rætt til umvegis stjórnina at leggja uppskot til lóg fyri ríkisdagin.

Setanin av Løgtinginum í 1968. Uttast vinstrumegin er tað skaldið og politikarin Karsten Hoydal. Nummar tvey vinstrumegin er stjórin og stovnarin av Tórshavnar Skipasmiðju, Kjartan Mohr, sum síðan gjørdist politikari og í 1958 stovnaði flokkin Føroya Framburðsflokk. Nummar trý frá vinstru, Sámal Petersen. Utttast høgrumegin er Kristian Djurhuus, sum seinni gjørdist løgmaður. LEIF ANDERSEN/RITZAU SCANPIX

Átøk at loysa frá Danmark

Seinni heimsbardagi hevði við sær, at Danmark og Føroyar vóru skild sundur politiskt, tí Danmark var hersett av Týsklandi og Føroyar hersettar av Bretlandi. Í tíðarskeiðinum 1940-45 stýrdu Føroyar í royndum sær sjálvum sambært einari fyribils »stjórnarskipan«, har lóggevandi myndugleiki varð býttur ímillum Løgting og amtmann sum umboð fyri ríkið. Skilnaðurin broytti hugburðin hjá føroyingum til danska ríkið í sovorðnan mun, at tá ið samband aftur var í 1945, var greitt, at broytingar máttu gerast.

Samráðingar í Keypmannahavn frá januar til mars 1946 ímillum eina løgtingsnevnd og stjórnina førdu ikki til semju, og stjórnin legði 25. mars 1946 eitt endaligt uppskot til nýskipan, sum føroyska løgtingið valdi at leggja fyri føroysku veljararnar á einari fólkaatkvøðu 14. september 1946. Fólkaatkvøðan var orðað sum annaðhvørt loysing frá Danmark ella góðkenning av uppskotinum frá stjórnini. Loysingin fekk tepran meiriluta við 5.660 atkvøðum, svarandi til 50,7 % av gildigu atkvøðunum, og stjórnaruppskotið fekk 5.499 atkvøður, svarandi til 49,3 %. Valluttøkan var 67,5 %, og 4,1 % var ógildigar atkvøður.

Í Danmark varð teir fyrstu dagarnar sum heild hildið, at úrslitið hevði gildi, ella at tað var Føroya Løgting, sum sjálvt skuldi tulka úrslitið. Hesin hugburður hjá forsætisráðharranum og øðrum leiðandi donskum politikarum broyttist so hvørt, sum stríðið herdist í Løgtinginum komandi dagarnar, og 25. september 1946 upploysti kongur (í roynd og veru stjórnin) Løgtingið og skrivaði út nýval. Eftir nývalið 8. november 1946 vóru loysingarfólkini komin í minniluta á Løgtingi. Síðan varð farið í holt við nýggjar samráðingar ímillum stjórnina og nývalda Løgtingið um eina framtíðar føroyska sjálvstýrisskipan.

Tinghúsið í Havn. Aftanfyri sæst amtmanssætið, kallað Amtmansborgin ella bara Borgin, ið var størsta hús í Havnini fyrst í 20. øld.
LØGTINGIÐ, 1906

Heimastýrislógin

Úrslitið av nýggju samráðingunum var føroyska Heimastýrislógin frá 23. mars 1948, sum eftir samtykt í Ríkisdegnum og á Føroya Løgtingi kom í gildi 1. apríl sama ár.

Heimastýrislógin var óbroytt í gildi til 2005, tá ið hon varð broytt við Lóg nr. 578 frá 24. juni 2005 um føroyska myndugleika at yvirtaka mál og málsøki (Yvirtøkulógin) og Lóg nr. 579 frá 24. juni 2005 um »Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera« (uttanríkispolitiska heimildarlógin). Heimastýrislógin er galdandi enn, har hon ikki staðiliga er broytt.

Valplakatir hongdar upp í Havn til løgtingsvalið 31. august 2019, har níggju flokkar vórðu uppstillaðir.
TRÓNDUR DALSGARÐ/RITZAU SCANPIX

Nýskipanirnar frá 2005 skulu síggjast í ljósi av, at Føroya Landsstýri ár 2000 hevði samráðst við donsku stjórnina um at stovna sjálvstøðuga føroyska tjóð, men samráðingarnar rukku ikki á mál. Lógirnar frá 2005 kunnu soleiðis síggjast sum eitt slag av endurreising av viðurskiftunum.

Í høvuðsheitum sigur heimastýrisskipanin, at heimastýrið hevur lóggevandi og fyrisitingarligan myndugleika á serligum økjum, og ríkismyndugleikarnir hava myndugleika á málsøkjum, sum ikki hoyra undir føroyska heimastýrið, annaðhvørt sum varandi felagsmál, ella tí føroyska heimastýrið ikki hevur yvirtikið tey enn.

Nýggju amtmanshúsini teknaði Hans Christian Amberg, og tey vórðu laðað upp av føroyskum gróti (basalti) í 1881. Síðan heimastýrislógina í 1948 hevur bygningurin verið bústaður og fyrisitingarhús ríkisumboðsmansins.
NATIONALMUSEET

Heimastýrislógin býtti tey ymisku málsøkini upp í ein lista A og ein lista B. Eftir § 2 skulu mál á lista A metast sum grundleggjandi føroysk sermál, sum bæði heimastýrið og ríkismyndugleikarnir leysir hvør av øðrum kunnu gera av skulu yvirtakast. Eftir § 3 í lógini skulu samráðingar við ríkismyndugleikarnar greina, um og í hvønn mun málsøki á lista B kunnu flytast yvir sum føroysk sermál.

Men býtið av heimildum ímillum heimastýrismyndugleikarnar og ríkismyndugleikarnar varð nógv broytt við yvirtøkulógini frá 2005, har dupulti positivlistin varð koppaður á. Við yvirtøkulógini kann heimastýrið eftir § 2, stk. 1 í lógini sum annar parturin gera av, nær ið øll onnur málsøki enn tey varandi felagsmálini, sum standa í § 1, stk 2. kunnu flytast yvir sum sermál. Sambært § 1, stk. 2 varandi felagsmál 1) ríkisfyrisitingin 2) ríkisborgaraskapur, 3) Hægstirættur, 4) uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur og 5) valuta og peningapolitikkur.

Formliga ástøðið fyri heimild ríkisins at lóggeva í Føroyum er, at allar fólkatingslógir eru galdandi fyri Føroyar uttan so, at tað í teimum er tikið fyrivarni um, at lógin ikki er galdandi í Føroyum. Á økjum, sum heimastýrið hevur yvirtikið sum sermál, verður ríkislóggávan tó tulkað soleiðis, at hon ikki er galdandi fyri Føroyar, hóast eingi fyrivarni eru tikin.

Ásetingarnar í Heimastýrislógini § 7 um hoyring hava í veruleikanum við sær týðandi føroyska sjálvstøðu í lóggávuspurningum, eisini á felagsøkjum. Uppskot til lógir, sum bara koma Føroyum við, skulu soleiðis sambært § 7, stk. 1, 1. pkt. verða løgd fyri heimastýrið til umhugsanar, áðrenn tey verða løgd fyri Fólkatingið. Eisini lógir, sum viðvíkja staðbundnum føroyskum viðurskiftum, men sum ikki bara hava við Føroyar at gera, skulu eftir § 7, stk. 1, 2. pkt. í lógini verða lagdar fyri heimastýrið, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Í veruleikanum hevur heimastýrið fingið næstan alla lóggávu, sum er sett í gildi í Føroyum, til ummælis, áðrenn hon kemur í gildi í Føroyum, eisini lóggávu á rættarøkjum, sum ikki fevna um skylduna til framløgu í § 7.

Um so er, at heimastýrismyndugleikarnir vilja hava eina ríkislóg setta í gildi í Føroyum, er mannagongdin eftir stýrisskipanarlógini frá 1995, § 47 og § 48, at Løgtingið eftir somu mannagongd, sum løgtingslógir verða samtyktar, samtykkir eina tilráðing til ríkismyndugleikarnar um ætlaðu broytingina.

Verður eitt øki yvirtikið sum sermál, hevur tað við sær, at heimastýrið átekur sær útreiðslurnar av tí. Samstundis letur § 9 í Heimastýrislógin upp fyri tí møguleika, at heimastýrið eftir nærri samráðingar og innan fyri karmarnar í einari lóg, samtyktari av Fólkatinginum, kann yvirtaka fyrisitingina av felagsmálum, ímeðan búskaparliga (frá 1988 uppi í bloksstuðlinum) og formliga ábyrgdin av lóggávuni framhaldandi hoyrir ríkinum til.

Ríkismyndugleikarnir hava, sum skilst av § 5, stk. 2 í Heimastýrislógini, ræðið á uttanríkismálum. Heimastýrið hevur tó sambært § 8, stk. 3 kunnað røkt serlig føroysk áhugamál í handils og fiskivinnumálum í samráðingum við onnur lond. Í serligum føroyskum málum hava ríkismyndugleikarnir eisini eftir § 8, stk. 4 í lógini kunnað heimilað heimastýrinum at hava beinleiðis samráðingar við útlond treytað av, at ynski var sett um tað, og at samráðingarnar ikki vóru í stríð við áhugamál ríkisins, og at danska uttanríkistænastan var uppií.

Eisini uttanríkisráðið varð broytt í 2005 við fyrr umrøddu uttanríkispolitisku heimildarlógini. Tann mest týðandi broytingin í mun til Heimastýrislógina er, at Landsstýrið sambært heimildarlógini hevur rætt til at samráðast vegna ríkið mótsett fyrr, tá ið til bar at geva heimild eftir føroyskum ynski, og uttanríkistænastan var uppií.

Umframt allar tær longu umrøddu lógir hevur eisini interna stýrisskipanarlógin tilfar til at sleppa upp í tær lógir, sum hava stýrisskipanarligan týdning fyri støðu Føroya í ríkinum.

Egna stýrisskipan Føroya er málsøki á lista A í Heimastýrislógini og varð longu yvirtikin í 1948. Í samsvari við hetta varð ein lóg samtykt um stýrisskipan Føroya í sermálum og ein hartil hoyrandi lóg um fyrisiting Føroya. Hesar lógir frá 1948 vórðu í 1995 avloystar av einari nýggjari savnaðari stýrisskipanarlóg.

Tingfundur í 2021 í nútímansgjørda løgtingssalinum.  
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Arbeiði við føroyskari stjórnarskipan

Ein føroysk stjórnarskipan var partur av ætlanini, sum landsstýrissamgongan í mai 1998 hevði á skránni. Ein grundlógarnevnd varð sett fyrst í 1999 við freist at handa eitt uppskot til føroyska stjórnarskipan 1. juni 2000. Tað bar av ymsum grundum ikki til at halda freistina, ímillum annað tí, at donsku-føroysku samráðingarnar um loysing í ár 2000 einki úrslit komu til. Nýggjar freistir vórðu settar og broyttar fleiri ferðir, og ikki fyrr enn 18. desember 2006 handaði nevndin eitt álit til eina føroyska stjórnarskipan. Tá vóru føroysku ætlanirnar um loysing fyribils lagdar til viks, og stjórnarskipanin var fyri ein part ment eisini til at vera verkevni hjá teimum, sum ikki tóku undir við ætlanunum um fult føroyskt sjálvstýri; hildið varð, at ein stjórnarskipan kortini ikki var minni hent.

Løgtingshúsini í Havn, sum í dag hýsa sjálvum løgtingssalinum. Gamla telefonstøðin er sett í stand og bygd saman við Løgtingshúsið og hýsir í dag løgtingsfyrisitingini o.ø.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2018

Eitt tað týdningarmesta uppskotið í álitinum frá 2006 var, at í stjórnarskipanini skuldi standa, hvat Føroya fólk kundi semjast um tjóðskapinum viðvíkjandi, og at tey haraftrat skuldu náa semju um mannagongdir fyri tað, sum tey ikki vóru samd um. Í tí stóðu orðingar sum, at »føroyingar og Føroyar eru ein tjóð og eitt land«; mannagongdirnar, sum skuldu fylgjast, um Føroyar skuldu velja at gerast óheft land, vóru tí týdningarmiklar.

Løgtingslimir í tjóðarbúna uttan fyri Tinghúsið, tá ið løgtingið varð sett í 2021.
ÓLAVUR FREDERIKSEN/TRAP FØROYAR

Verkætlanin steðgaði tó aftur í tíðarskeiðinum 2007-10, men eitt liðugt viðgjørt uppskot til føroyska stjórnarskipan varð handað Løgtinginum í februar 2010. Sum aftursvar skrivaði danska løgmálaráðið í juni 2010 eitt upprit, sum vísti á veikleikar í samsvarinum við donsku Grundlógina. Eftir ymiskar royndir at leggja stjórnaruppskotið fram aftur misti verkætlanin momentum.

Eftir at hava staðið stilt í tíðarskeiðinum 2012-15 fekk verkætlanin um stjórnaruppskot aftur høga raðfesting í samgonguni ímillum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn í september 2015, og eitt uppskot til eina stjórnarskipan varð handað Løgtinginum síðst í 2017. Uppskotið hevði í gildiskomuásetingini eina tilvísing til, at stjórnarskipanin fór at verða fyrisitin í samsvari við verandi stjórnarskipan, so leingi avgerð ikki var tikin um at stovnseta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land. Henda tilvísing tykist at hava givið myndugleikunum trygd fyri, at stjórnaruppskotið ikki kundi tulkast sum eitt slag av loysing frá ríkinum.

Uppskotið fór seinni í eina ad hoc nevnd í Løgtinginum, har tað skuldi verða gjøgnumgingið og fyrireikað til fólkaatkvøðu, sum skuldi vera 25. apríl 2018. Tíðarætlanin helt ikki, uppskotið misti aftur momentum og er ikki tikið fram aftur.

At føroyska stjórnarskipanararbeiðið er lagt til viks vísir, at føroyska stjórnarrættarliga støðan í danska ríkinum er fløkjaligt evni, sum hevur í sær nógvar ymiskar lógir av stjórnarrættarligum slag og haraftrat ymiskar frásagnir og tulkingar, bæði í Føroyum og Danmark og ímillum Føroyar og Danmark.

Les meira

Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið