Hóast landbúnaður í dag er lítil vinna í Føroyum, har bara ein lítil partur av arbeiðsmegini er, og hóast hann ikki er eyðsýndur partur av BTÚ, hevur tann siðbundni landbúnaðurin enn stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Velta lendið kring býir og bygdir verður nevnt bøur ella innangarðs. Óvelta lendi uttan um hann aftur verður nevnt hagi. Hagin verður býttur upp í partar, sum eru beitini í fjøllunum. Tað kunnu vera fleiri ognarar ella festarar í hvørjum haga. Fyri tað mesta hevur seyðurin rættindini til bøin frá 25. oktober til 14. mai Summarhálvuna er bøurin friðaður fyri seyð og onnur húsdjór, og eigarar/leigarar innangarðs hava hegn- og garðskyldu. Teir, sum eiga bø, kunnu biðja um vetrarfriðing og rinda haganum omanfyri eitt gjald fyri mist bit.
Enn verða gomlu eindirnar um landbúnaðarjørð brúktar: mørk, gyllin og skinn, eins og hon enn verður býtt sundur í óðalsjørð, har bøndurnir eiga jørðina, og festijørð, har bøndurnir leiga jørðina. Tilsamans eru 374 festibøndur og nakrir túsund óðalsbøndur.
Festijørðina umsitur Búnaðarstovan sambært Løgtingslóg um landsjørð, har m.a. verður sagt, at við festaraskifti, vísir tann farandi festarin á tann, sum skal taka við. Búnaðarstovan skal góðkenna nýggja festaran við kravi um landbúnaðarroyndir, útbúgving í landbúnaði og bústaðarskyldu.
Síðani verður sáttmáli skrivaður, kallaður festibræv. Óðalsjørðin skiftir eigara antin ígjøgnum arv ella á fría marknaðinum, og her eru eingi krøv um royndir, útbúgving og búskyldu.
Búnaðarstovan umsitur eisini uml. 500 leigutraðir. Ein trøð er ein jarðarlutur uml. ein ha, sum festararnir leiga til privat. Óðalsbøndur eru fyri tað mesta skipaðir í Føroya Óðalsfelag og festibøndur í Bóndafelag Føroya. Saman hava teir báðir felagsskapirnir stovnað felagið Jarðir, sum røkir áhugamálini hjá jarðareigarum og festarum, tá ið tað snýr seg um virksemið hjá ferðafólki í haganum.
Stuðul til landbúnaðin var í 2018 17,2 mió. kr., sum er uml. 345 kr. fyri hvønn íbúgva. Til samanberingar var stuðulin frá Common Agricultural Policy (CAP) hjá ES sama árið uml. 875 kr. fyri hvønn ES-íbúgva.
Seyðahald
Allir óðalsbøndur og festarar, umframt teir flestu, sum hava traðir, hava seyð. Talið á áseyði er uml. 70.000, og á traðunum eru haraftrat uml. 2.000. Seyðaslagið frá landnámstíð er útdeytt. Eitt nýtt slag varð innflutt í 1600-talinum, og síðan hevur mest sum einki uppíbland verið av øðrum sløgum. Soleiðis er tann føroyski seyðurin eitt egið slag, sum er í ætt við tey gomlu sløgini í grannalondunum.
Seyðurin gongur úti alt árið, og roynt verður, at teir fáa krokað í ringum veðri. Antin í bóli ella seyðahúsi. Seyðurin verður rikin saman 3-4 ferðir um árið. Um várið fyri at geva heilivág og koppseta, um summarið fyri at royta umframt at geva heilivág og koppsseta, og um heystið fyri at geva heilivág og at taka tað, sum skal flettast, burturúr, umframt at sleppa gimbur- og veðurlombum upp.
Seyðahald er fyri tað mesta ítriv, og flestu óðalsbøndur og traðarmenn eiga bara nøkur fá kríatúr í part. Haraftrat eiga nógvir festarar so lítið av seyði, at virksemið er eingin vinnuvegur. Seyðahaldið fyllir tó nógv. Allir seyðir verða flettir við hús, og ofta taka fleiri familjur lut í flettingini. Krovini verða hongd upp í hjalli, ein lítil partur hongur bara stutta tíð og verður etin feskur. Hitt hongur longur og verður etið sum ræst kjøt, sum turt kjøt ella sum skerpikjøt (sera turt kjøt, sum hongur longur enn eitt ár). Uml. 60.000 lomb og vaksnir seyðir verða dripin um árið, og krovini viga í miðal uml. 15 kg. Tey, sum hava seyðahald sum vinnuveg og selja kjøtið, fáa uml. 70 % av meirvirðisgjaldinum aftur sum almennan landbúnaðarstuðul.
Seyðurin er antin hvítur, svartur, gráur, morreyður ella flekkutur og verður bara royttur um summarið. Prísurin á ull er lágur, og stuðul verður veittur ullarmóttøkuni, har tey, sum hava seyðahald, kunnu selja ullina. Ullin verður skild eftir góðsku og liti, og goldið verður eftir góðsku. Ullarmóttøkan selur ullina til hægstbjóðandi. Higartil hava seyðaskinn verið saltað til útflutnings, men í 2020 hevur Løgtingið játtað stuðul til garving.
Neytahald
Í dag eru uml. 15 fjós við uml. 780 mjólkineytum. Av teimum eru 10 gomul fjós við básum og 5 við einum ella tveimum robottum. Í 2022 eru nýggj robottfjós bygd, og væntað verður, at samsvarandi tal á básum verður niðurlagt.
Uml. 60 % av neytunum eru av slagnum Dansk Holstein og uml. 40 % av norska slagnum GENO. Bøndurnir selja alla mjólkina til føroyska MBM (Meginfelag Búnaðarmanna), sum allir mjólkarframleiðarar eiga, har hvør hevur sína umsetiligu mjólkarkvotu.
MBM keypir uml. 7.500.000 litrar av mjólk um árið og framleiðir 70 ymsar vørur. Bøndurnir fáa eina knappa krónu í stuðli fyri liturin av mjólk. Politiskur vilji er til at halda fast við mjólkarframleiðsluna, og mjólkarvirkið kann selja mjólkina við ongum mvg fyri at stuðla føroysku familjuni í at keypa heilsugóðan kost.
Eingi beinleiðis drápsneyt eru, men kjøtið av mjólkineytum verður selt. Øll neyt verða dripin á garðinum og seld beinleiðis til brúkaran. Bøndurnir fáa stuðul fyri sølu av neytakjøti, og eykastuðul verður veittur til kálvakjøt. Mesta fóðrið til neyt er egið gras og innflutt kraftfóður, og roynt verður at hava so nógv egið stráfóður sum til ber. Stuðul verður veittur til nývelting og framleiðslu av stráfóðri. Biogassverkið FÖRKA framleiðir el og fjarhita úr lívrunnum burturkasti úr fiskaaling og mykju frá mjólkarframleiðsluni. Afturfyri fáa bøndurnir avgassaða mykju sum góðskað tøð.
Av tí at festibøndur ikki eiga egna jørð, hava teir ofta trupult við at fáa lán frá bankunum til fastar íløgur, um teir ikki seta líka stór virði í veð. Fyri at stuðla upp undir hesa avbjóðing hevur Løgtingið sett ein landbúnaðargrunn á stovn, sum hevur til endamáls at styrkja landbúnaðin. Inntøkurnar hjá Búnaðargrunninum koma frá sølu av festijørð at byggja á og til vegagerð.
Epli og grønmeti
Føroyingar hava altíð etið nógv epli, og uml. 80 % verða innflutt, og restin verður velt í landinum. Rabarbur og ein røð av øðrum grønmeti veksur væl í Føroyum, men verður fyri tað mesta bert dyrkað til egið brúk. Einstakir bøndur hava tó rabarbur, røtur, glaskál, radisur, blómkál, hvítkál, gularøtur, reyðrøtur, purrur og annað til sølu. Ribs, sólber, stikkulsber og jarðber vaksa væl, men verða bert dyrkað til egið brúk. Fyri at menna framleiðslu av mati stuðlar Løgtingið royndarverkætlanum við handilsligari grønmetisdyrkan.
Fuglaveiða, haruveiða og smáferðavinna
Í gomlum døgum vóru landbúnaður, útróður og fuglaveiða grundarlagið undir kostinum. Tey seinastu 100 árini hevur fuglaveiðan fyri tað mesta fevnt um lomviga, lunda, álku, súlu, skarv og havhest. Nakað av fugli og av eggum verða tikið í fuglabjørgum, men fuglur verður eisini tikin á sjónum. Í dag er fuglur gloypubiti, men nøgdirnar hava lítlan týdning, tí veiðan er minkað munandi, nú flestu stovnar eru minkaðir.
Miðskeiðis í 1800-talinum varð haran innflutt til Føroya úr Suðurnoregi. Haran hevur so líðandi lagað seg til føroysku náttúruna og trívist væl í nógvum oyggjum. Árliga sølan av veiðurættindum í november og desember er ískoyti til landbúnaðin. Ferðavinnuídnaðurin er í stórum vøkstri. Økt gongd í haga hevur við sær nakað av stríði ímillum tey í landbúnaðinum og tey í ferðavinnuni, men ferðavinnan hevur samstundis latið upp fyri nýggjum møguleikum at vinna pengar á bygd, har bøndur og staðkend kunnu bjóða ferðandi túrar umframt mat- og mentanarupplivingar.
Undirvísing og royndarvirksemi
Búnaðarstovan hevur undirvísing og gransking sum part av staðbundnum, norðurlendskum og altjóða royndarog granskingarverkætlanum. Hon skrásetur vanligt seyðahald, royndir við at geva seyði umframt vakstrarroyndir við grasi, korni, eplum og berum. Búnaðarstovan skipar fyri kvøldskúlaundirvísing í greinum, sum viðvíkja landbúnaðinum. Øll áhugað kunnu koma, men tey, sum skulu yvirtaka ein festigarð, hava framíhjárætt. Undirvíst verður í lívfrøði, náttúrulæru, plantulæru, húsdýralæru, maskinum, tøkni, roknskapi og búskapi.
Les meira
- Bakkafrost
- Fiskivinnan
- Føroya stjórn og stýrisskipan
- Heilsa og umsorgan
- Hiddenfjord
- Íbúgvar og bústaðir
- Koks
- Kommunurnar
- Laksaaling
- Orkuveiting
- Politikkur og ætlanir
- Reiðaríið Varðin
- Salt
- Útbúgving og gransking
- Veltan
- Vindmyllir
- Vinna og arbeiðsmarknaður
Les meira um føroyska samfelagið og vinnulívið