Magnuskirkjan

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Leingi varð hildið, at Magnuskirkjan ikki bleiv gjørd liðug, og at ólidni bygningurin forfall til eina toft. Nýggjari kanningar týða harafturímóti á, at kirkjubyggingin varð gjørd liðug, at kirkjan fekk tak, hurðar og vindeygu og varð vígd sum dómkirja, og at hon var í brúki fram til siðaskiftið, fyri síðan at farast.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2020

Verandi sóknarkirkja var dómkirkja til fram undir 1300, tá farið var undir at byggja eina størri og skreytbúnari dómkirkju við gotiskum sniði. Eftir stendur í dag múrurin ella Magnuskirkjan.

Bygningurin er 26,5 x 10,75 m. Tey høgu, smølu og oddbogaðu vindeygaholini syðrumegin og tað stóra vindeygaopið á eysturgalvinum eyðkenna kirkjuna. Við eysturendan á norðursíðuni er ein útbygningur 9,8 x 5,6 m til støddar og nevnist Nunnukleystrið. Helst hevur hetta verið eitt krosshválvað kapell við einum breiðum vindeyga eystureftir og rósuvindeyga vestureftir. Í gólvinum undir eysturvindeyganum var komið fram á leivdir av einum altari. Upprunaliga hevði kirkjan torn í vesturendanum, haðani innangongt var í kirkjurúmið sjálvt gjøgnum einar 7 m høgar og um 2 m breiðar bogadyr.

Kirkjan var ætlað at hava seks krosshválv, men óvist er, hvørt tey vórðu gjørd ella onnur loysn varð funnin, t.d. timburhválv ella loft. Magnuskirkjan fekk navn eftir eini halgiskrínstalvu, sum er múrað inn eysturveggin uttarumegin. Talvan er úr fitisteini 65 × 63 cm til støddar og prýdd við eini framskornari mynd av Kristusi á krossinum við Mariu og Magdalenu hjá undir einum trískiftum boga. Uttan um myndina er ein kantur, og á kantin er skrivað á latíni, at í skríninum innanfyri eru halgigripir av íslendska halgimenninum Tollaki biskupi og hinum heilaga jallinum av Orknoyggjum Magnusi. Halgilutirnir liggja í einum blýkistli við loki. Listasøguliga kann talvan tíðarfestast til fyrru helvt av 14. øld. Leingi var hildið, at kirkjan ongantíð var fullliðug og hevði staðið á hálvum gekki sum ein toft gjøgnum øldirnar. Nýggjar kanningar hava tó víst, at kirkjan var fullgjørd, hevði tak, hurðar og vindeygu og varð vígd sum dómkirkja og í nýtslu fram undir trúbótina, men síðan fall í órøkt.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Símun V. Arge

    (1948-2021) Cand.mag. í miðaldarfornfrøði og evropeiskari tjóðlívsfrøði. Ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.