Mentanararvurin verður fyrisitin av ymsum mentastovnum, sum í flestum førum eru settir á stovn sambært løgtingslóg eftir 1948, tá ið heimastýrislógin kom, tá yvirtóku føroyingar skjalasavnið, bókasøvn og fornminnissavnið. Onkur av hesum stovnum er tó frá tíðini undan heimastýrislógini.
Tjóðsavnið
Tjóðsavnið varð stovnað í 2018, tá ið tey ymsu meginsøvnini vórðu løgd saman. Tjóðsavnið er skift sundur í deildir, eina fornfrøðideild, eina fólkalívsdeild, eina bygningsdeild og eina náttúrudeild. Fyrisitingin heldur til niðri í Hoyvík, og har er eisini útisavn. Í Brekkutúni 6 hevur savnið sýningar- og goymsluhøli og eina fasta sýning sum viðger føroyska náttúru og siðsøgu.
Náttúrusøguligi parturin fevnir um jarðfrøðiliga uppruna Føroya, fugl, fisk, hval, lívið á havbotninum, djór á landi, plantur og skónir. Siðsøguligi parturin er ein fornfrøðilig sýning um víkingatíðina og miðøldina, søguligar hendingar og lutir, gongdina í fiskivinnuni, grindadráp, føroyska bátin og føroysk klæði.
Landsbókasavnið
Landsbókasavnið húsast í J. C. Svabos gøtu 16. J. P. Gregoriussen teknaði bygningin, og hann stóð liðugur í 1980. Landsbókasavnið er sprottið úr Amtsbókasavninum (Færø Amts Bibliotek), ið var stovnað í 1828 og mett at vera elsti mentastovnur í Føroyum. Í 1931 flutti bókasavnið í nýggj hús á Debesartrøð (Gróthúsið).
Tjóðskjalasavnið
Tjóðskjalasavnið húsast í sama grannalagi sum Landsbókasavnið og hevur skrivstovur í gomlu postmeistarahúsunum og lesistovu og skjalagoymslu beint yvirav. Upprunin til Tjóðskjalasavnið var Amtsskjalasavnið (Færø Amts Arkiv) stovnað í 1932. Tað árið flutti savnið saman við Amtsbókasavninum og Fornminnisgoymluni inn í bókasavnshúsini á Debesartrøð. Við løgtingslóg varð Landsskjalasavnið so stovnað í 1952. Í 2018 skifti Landsskjalasavnið navn og eitur nú Tjóðskjalasavnið, samstundis varð lógin broytt soleiðis, at skjalasavnið eisini fevnir um talgild savnindi.
Les meira
- Bókmentir
- Byggisiðir í Føroyum
- Bygningar á biskupssetrinum
- Dómkirkjan
- Gøtu fornminnisfelag
- Kirkjur
- Landsbókasavnið
- Líkhús
- Magnuskirkjan
- Myndlist
- Siðsøgulig søvn og mentanararvur
- Siðvenjur og frásagnir
- Sóknarkirkjan í Kirkjubø
- Tjóðsavnið
- Tjóðskjalasavnið
- Trúgv og trúarligt virksemi
Les meira um føroyska mentan