KOKS

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Matstovan Koks fekk í 2017 sína fyrstu Michelinøstjørnu og aðru stjørnuna í 2019. Matstovan byrjaði í Hotel Føroyum og menti seg skjótt og fekk sín egna sermerkta matgerðarstíl. Seinni flutti matstovan av hotellinum fyrst til Kirkjubøar og síðan í húsini við Gjónna oman fyri Leynavatn. Har helt matstovan til við sínum 26 sitiplássum til í desember 2021.

Ætlanir vóru um at byggja nýggja matstovu við Fossdalsgjógv, men tann ætlanin er fyribils steðgað. Sum er hevur Koks matstovu í bygdini Ilimanaq sunnan fyri Ilulissat á grønlendsku vesturstrondini. Eftir ætlan skuldi Koks flyta aftur til Føroya í 2024. Síðan á várið í 2022 hevur Koks, undir navninum Roks, havt virksemi í tveimum matstovum við Gongina í Havn, Ræst og Fútastovu.

Les meira

Les meira um vinnu og samfelag í Føroyum

  • Jóan Pauli Joensen

    (f. 1945) Dr.phil. í søgu og fil.dr. í tjóðlívsfrøði. Professari emeritus, adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya og fyrrverandi rektari Setursins.