Hvannasund

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Norðdepil í forgrundini og Hvannasund hava síðani 1975 verið samanbundnar við einari byrging við koyribreyt, og báðar bygdirnar eru í dag í somu kommunu. Strandfaraskip siglir úr Hvannasundi til Fugloyar og Svínoyar.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2010

Hvannasund er 16 merkur festijørð, sum er býtt sundur í fýra festi. Bygdin er nevnd í teirri fyrstu føroysku jarðarbókini frá 1584. Seyðatalið er 380 áseyðir.

Síðani 1975 hevur ein vegbyrging bundið Hvannasund saman við Norðdepli á Borðoynni. Hvannasund og bygdirnar Norðdepil, Depil, Múli og Norðtoftir eystanvert á Borðoynni eru Hvannasunds kommuna. Tann verjandi byrgingin yvir um sundið hevur gjørt, at tað hevur borið til at byggja nýmótans havn við havnarhentleikum báðumegin sundið, sum hevur elvt til fiskivinnutongt virksemi, m.a. Bakkafrost.

Fyrr høvdu Hvannasund og Norðdepil hvør sín skúla, men Skúlin á Fossanesi, sum er frá 1983 og bleiv víðkaður í 2009, er nú felagsskúli fyri alla kommununa við undirvísing frá 1. til 7. flokk. Frá 8. flokki halda næmingarnir fram við skúlagongdini í Klaksvík. Skúlin hevur eisini frítíðarskúla, og ein dagstovnur er í bygdini.

Fólkatalið í Hvannasundi er í tíðarskeiðinum 1966-2020 vaksið úr 138 upp í 248 fólk.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.