Viðoy

Viðoy er 41,01 km2 til støddar og er næststørsta oyggj í Norðoyggjum. Í oynni eru tvær bygdir, Viðareiði norðanfyri og Hvannasund í útsynningspartinum.

Hægsta fjall á Viðoynni er Villingadalsfjall, sum er 841 m og er triðhægsta fjall í Føroyum. Norðast er forbergið Enniberg, sum er 754 m yvir havið. Mitt á oynni er tað eyðkenda, keyludánaða fjallið Malinstindur, 750 m.

Í Viðoynni er tvær kommunur, Viðareiðis kommuna og Hvannasunds kommuna. Til Hvannasunds kommunu hoyra eisini bygdir á Borðoynni hinumegin sundið.

Frá gamlari tíð hevur prestagarðurin í Norðoyggjum verið í Ónagerði á Viðareiði. Núverandi prestagarður, sum er bygdur 1854, er enn bústaður sóknarprestsins. Kirkjan á Viðareiði, sum er bygd úr gróti og tikin í brúk í 1892, er bert eitt hanagleiv frá prestagarðinum.
ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2016

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.