
Niðursetubygdin Vansoyrar varð í 1921 bygd í Miðvágs haga. Tríggjar familjur úr Sørvági búsettust har. Undir seinna heimsbardaga løgdu bretar hald á bygdina, íbúgvarnir máttu flyta, men teir komu aftur eftir krígslok.
Í 1967 lótu brøðrasamkomurnar byggja hús til summarlegur og annað virksemi, Zarepta, og hagar fara børn og ung úr øllum Føroyum á legu. Zarepta hevur nógvar hentleikar og hevur verið útbygt fleiri ferðir, seinast í 2016, tá ið nýggjur høvuðsbygningur varð gjørdur.
Í 1968 varð Vatnsoyra snikkaravirki stovnað. Nú ber tað navnið Grant og er eitt nýmótans vindeygavirki.
Í bygdini er haraftrat ein væl rikin klædnahandil og eitt lítið savn av ellisakførum. Tað búgva 42 fólk í Vatnsoyrum.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum