
Kunoy er á vestursíðuni, hon er nevnd í Hundabrævinum, og har búgva 77 fólk. Til Kunoyarbygd liggja 32 merkur og 8 gyllin, sum eru býttar sundur í 6 merkur, 7 gyllin og 10 skinn festijørð og 26 merkur og 10 skinn. Festini eru 5 í tali. Seyðatalið er 690 áseyðir.
Kunoy verður søgd at vera elsta bygdin í oynni, og har hevur verið kirkja, í hvussu er síðani 1592. Núverandi kirkja er frá 1867.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum