

ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015
Í Mikladali búgva 27 fólk, og bygdin er 24 merkur og 14 gyllin, av teimum eru 13 merkur og 2 gyllin festijørð og 11 merkur og 12 gyllin óðalsjørð. Festini er fýra. Seyðatalið er 709 áseyðir.
Kirkja hevur verið í bygdini síðani 1592, kanska eisini fyrr. Kirkjan í Mikladali bleiv bygd í 1859, men umbygd í 1915.
Mikladalur er serliga kendur fyri søgnina um Kópakonuna, og í 2014 varð standmyndin Kópakonan eftir Hans Paula Olsen sett niðri á helluni, har brimið við hvørt skolar um hana.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum