Kalsoy er 30,87 km2 til víddar og liggur vestan fyri Kunoy. Kalsoyarfjørður skilur báðar. Í Kalsoynni eru fýra markatalsbygdir, sum allar liggja eystantil á oynni. Av teimum fýra eru Trøllanes, Mikladalur og Húsar elstar, meðan Syðradalur bleiv bygdur í 1812.
Hægsta fjall í Kalsoynni er Nestindar (788 m) vestan fyri Trøllanes. Fjallið Borgarin longur norðuri hevur forberg móti vestri, sum er 537 m. Poul Johannesen, eisini kallaður Páll fangi, var søguligur persónur úr Mikladali, sum tríggjar ferðir rýmdi úr fongslinum í Havn, har ið hann sat – dømdur fyri gand og fyri at hava tikið lívið av pápa sínum. Søgn er, at hann fjaldi seg í hellinum Pálslofti í hesum bratta bergi, og hann beyð sær til í 1657 at klíva upp bergið fyri at verða latin leysur.
Í tíðarskeiðinum 1978-1985 vórðu tunlar boraðir til allar bygdirnar í oynni. Ferjulega er í Syðradali, og haðani siglir ferja til og úr Klaksvík, og tað hevur bøtt liviumstøðurnar í oynni. Fólkatalið í Kalsoynni sum heild minkaði sera nógv í tíðarskeiðinum 1966-2010, úr 195 niður í 79.
James Bond filmurin No Time to Die (2021) er partvíst tikin upp í Kalsoynni.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum