Kirkja

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

30 fólk búgva á Kirkju, og hon er 20 merkur. 3 merkur eru festijørð, og 17 merkur eru óðalsjørð. Festijørðin er býtt sundur í tvey festi. Seyðatalið er 410 áseyðir.

Sóknarkirkjan hevur frá gamlari tíð (1592) verið á Kirkju, sum navnið eisini bendir á. Kirkjan var í vánaligum standi í 1833, men ein ræðulig bátsvanlukka í 1818, sum tók nógvar menn, gjørdi, at tey megnaðu ikki at byggja eina nýggja. Hattarvík gjørdist tískil kirkjubygdin. Í 1933 bleiv nýggj kirkja bygd á Kirkju, teknað av verkfrøðinginum og politikaranum Louis Zachariassen, sum var ættaður av Kirkju. Altartalvuna hevur Sámal Joensen-Mikines málað.

Kirkja fekk sín fyrsta skúla í 1866, og í 2021 er hann skúli fyri alla oynna. Tað eru 2 næmingar í 2021.

Les meira

Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum

  • Hans Andrias Sølvará

    (f. 1962) Ph.d. í søgu og cand.mag. í søgu og heimspeki. Professari og dekanur á Søguog Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.