

ARNOLD MIKKELSEN/NATIONALALMUSEET, 2005
Múli er nevnd í Hundabrævinum, bygdin er 10 merkur, býtt sundur í 2 merkur og 8 gyllin festijørð og 7 merkur og 8 gyllin óðalsjørð. Festarin er ein bóndi, sum býr í Klaksvík. Seyðatalið er 281 áseyðir. Fólk hava ikki búð fast í bygdini síðani 1992; húsini verða brúkt sum frítíðarhús. Tað føroyska húsið á Frílandssavninum í Lyngby í Danmark bleiv flutt hagar úr Múla í 1961.
Guttormur í Múla, sum var ein navnframur gandakallur og er umrøddur í føroyskum sagnum, búði í Múla.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum