Skordýr og spunarar

Tistilfirvaldurin (Vanessa cardui) er flytifirvaldur, sum á vári flytur norðureftir úr økinum við Miðjarðarhavið. Hann er stinnur á veingjum og kemur so langt norður sum til Føroya og Íslands. Ávís ár kann hann gera innrás at kalla, eitt nú í 2019, tá ið hann var at síggja í meingi nógvastaðni í Føroyum. Tistilfirvaldurin tolir ikki frost, og teir summarfuglar, sum eru at síggja í Føroyum á sumri, eru tí allir flytifirvaldar sunnaneftir.
JOHNNY MADSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2019

Tey ryggleysu dýrini, sum liva á landi í Føroyum, eru skordýr, spunarar, lindýr og flatmaðkar. Her verða umrødd sløgini skordýr og spunarar, sum av hesum fýra eru tey eyðsýndastu.

Samanlagt eru skrásett íalt 1.355 ymisk skordýrasløg, sum kunnu lutast út á 14 hópar. Við 374 sløgum eru tey tvíveingjaðu, t.e. mýggjabitar og flugur størsti hópurin. Fjølmentastir eru mýggjabitarnir (Chironomidae spp.); í Føroyum eru 80 ymisk sløg. Ormveran hjá mýggjabitum heldur til í vatni og er vanliga at síggja á botni í áum og vøtnum; har kunnu tær vera á til tað rættiliga stórum dýpi. Ein annar mýggjabiti, sum verdur er at geva gætur, er lærlitt loðmýggj (Bibio pomonae), sum knappliga stakk seg upp sum murran í Havn í 2018, hóast hann til tá bara vanliga hevði verið at sæð í Suðuroy. Umframt eru at nevna skinflugurnar, sum eru allastaðni. Fimm sløg eru av teimum, og av grindalokkum eru 12 sløg.

Æðraveingjað skordýr eru býflugur, vespur og meyrur – 273 ymisk sløg. Meginparturin – gott og væl tað – eru snultivespur, hvørs ormverur mennast í øðrum dýrum, serliga í firvaldaormverum. Snultivespurnar eru ofta sera smáar, og fleiri teirra hava ikki veingir. Kendari og eyðsýndari eru vespur (Vespula vulgaris) og humluflugur (Bombus lucorum), sum eisini eru æðraveingjað skordýr og nú eru at finna á fleiri av oyggjunum.

Serliga undranarvert er, at heili 227 ymisk lúsasløg eru skrásett. Hetta kemst ikki bara av tí, at ymiskar lýs eru á ymiskum fuglasløgum, men eisini av tí at Jens-Kjeld Jensen, útstappari og náttúruleiðsøgumaður í Nólsoy hevur lagt sær nær júst at finna og skráseta nýggj lúsasløg í Føroyum.

Av klukkum eru 219 sløg, fleiri teirra knýtt at vøtnunum. Millum merkisverdastu klukkusløgini er jútskur tølpur (Carabus problematicus), sum góðar vánir eru at finna, lyftir tú einum steini í haganum. 23-30 mm long er svartaklukkan – vakurt bláskyggjandi – helst ikki størsta, men ivaleyst tyngsta skordýrið í Føroyum. Nøkur av teimum 166 ymisku firvaldasløgunum, sum eru skrásett í Føroyum, eru tilvildarligir strokgestir, sum, tá ið teir flyta, av og á leggja sær leiðina fram við oyggjunum. Hetta er galdandi fyri t.d. admiral (Vanessa atalanta) og tistilfirvald (Vanessa cardui), sum báðir leggja leiðina norðureftir summarmánaðirnar og ávís ár kunnu vera so fjølmentir, at nakrir teirra enda í norðuratlantsøki. Tað eydnast teimum tó ikki at halda uppi lívførum stovnum í Føroyum.

Fleiri búføst firvaldasløg eru tó í Føroyum, og heitar summadagar sært tú ymiskar spannarar á flogi í bønum. Í oktobur og heilt fram í desemburmánað er lítli frostspannarin (Operophtera brumata) á ferð. Kvennverurnar hava ongar veingir, og av og á eydnast tær at síggja tær sita á steyrum og húsaveggjum, meðan tær bíða eftir, at ein kallspannari kemur flúgvandi framvið.

Eitt annað ásýnt skordýr er vanlig skúmspretta (Philaenus spumarius), hvørs ormverur verja seg móti rándjórum og móti at turkast upp við einum skúmjaðri, rópt sprettufroða, meðan tær súgva t.d. mýrisólju. Skúmsprettan hoyrir saman við m.ø. tekum og blaðlúsum til nevmunnar – 53 sløg av nevmunnum eru funnin í Føroyum.

Umframt skordýrini eru eisini skrásett 194 ymisk sløg av spunarum í Føroyum. Størstu hóparnir av hesum eru motturnar (72 sløg) og eiturkopparnir (114 sløg). Av eiturkoppum eru tó helst bara 90 sløg, sum eru fastur stovnur í oyggjunum. Vanligasti eiturkoppurin er merian eiturkoppurin (Metellina merianae), sum sæst bæði í bø og haga. Vanligt er eisini at síggja veiðieiturkopp (Pirata piraticus) í haganum. Hann heldur til, har ið slavið er í mosum og fram við vøtnum og áum. Hann dugir at renna á vatnskorpuni og kann fáa fong bæði yvir og undir vatni.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum