Eitt tað vakrasta staðið í Føroyum er Hvannhagi við Hvannavatni. Upprunaliga var alt økið ein eind, men tvær systrar stóðu til at arva tað. Onnur giftist til Trongisvágs og hin til Froðbiar. Systrarnar samdust um at býta arvin, men vóru ósamdar um, hvar markið skuldi ganga. Meðan trætan stóð, var omanlop úr fjallinum við Gráhamar, og urðin fekk navnið Gráurð. Harvið var Hvannhagi býttur í tveir eins stórar partar, og Gráurð hevur síðan verið markið millum tann partin, sum hoyrir til Trongisvág, og hin partin, sum hoyrir til Froðba. Hvannavatn hoyrir til Trongisvág.
Les meira
Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum