Tjóðskjalasavnið

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur
Seyðabrævið frá 1298 í Kongsbókini, sum er í varðveitslu á Tjóðskjalasavninum úr Kongliga bókasavninum í Stockholm.
TJÓÐSKJALASAVNIÐ, U.Å.

Tjóðskjalasavnið húsast í sama grannalagi sum Landsbókasavnið og hevur skrivstovur í gomlu postmeistarahúsunum og lesistovu og skjalagoymslu beint yvirav. Upprunin til Tjóðskjalasavnið var Amtsskjalasavnið (Færø Amts Arkiv) stovnað í 1932. Tað árið flutti savnið saman við Amtsbókasavninum og Fornminnisgoymluni inn í bókasavnshúsini á Debesartrøð. Við løgtingslóg varð Landsskjalasavnið so stovnað í 1952. Í 2018 skifti Landsskjalasavnið navn og eitur nú Tjóðskjalasavnið, samstundis varð lógin broytt soleiðis, at skjalasavnið eisini fevnir um talgild savnindi.

Skjalasavninum er álagt at varðveita almenn savnindi við tí fyri eyga at tryggja rætt og umstøður til upplýsing og gransking. Lógin heimilar eisini skjalasavninum at taka ímóti savnindum frá privatum savnarum. Sambært avtalu við danir frá 1990 hevur skjalasavnið eisini savnindi í varðveitslu frá ríkisstovnum í Føroyum.

Ímillum savnindi á skjalasavninum eru skjøl frá løgtinginum, eitt nú tær eldstu tingbøkurnar, sum eru frá 1615. Harumframt eru skjøl í savninum frá sorinskrivaranum, fútanum, sýslum, kommunum, amtinum, ríkisumboðnum, fólkakirkjuni, landslæknaembætinum, skúlamyndugleikum og landsstýrinum. Í savninum eru eisini privat skjøl.

Frá Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn (Rigsarkivet) hevur Tjóðskjalasavnið í varðveitslu høvuðsbøkurnar hjá kongliga einahandlinum og frágreiðingina um eina allarnáðiligast álagda ferð til Føroya árini 1781‑1782. Í 2019 gjørdi Tjóðskjalasavnið avtalu við nevndina á Árna Magnussonar savni (Den Arnamagnæanske kommision) um at fáa úrvald skjøl og savnindi í varðveitslu úr savninum í Keypmannahavn, m.a. Húsavíkarbrøvini frá 1407, ið eru skrivað á seinmiðaldarligum føroyskum um ta sokallaðu húsfrúnna í Húsavík, ið skuldi vera ríkasta kvinna í Føroyum. Elsta skjalið er Kongsbókin frá 1298, men í henni stendur Seyðabrævið við fyrstu skjalfestu lógarásetingum fyri Føroyar, ið vitað er um. Kongsbókina hevur Tjóðarsavnið í varðveitslu frá Kongaliga bókasavninum í Stokkhólmi.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Herleif Hammer

    (f. 1970) Cand.phil. í søgu og mentanarsøgu. Stjóri á Tjóðsavninum.

  • Armgarð Weihe

    (f. 1964) MA í savnsfrøði og sniðgevi. Fulltrúi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.