At fara út at eta á matstovu er til tað nýliga tilkomið her á landi. Mest vóru tað ferðandi og turistar, sum ótu á matstovum, og tær hoyrdu yvirhøvur til hotellini. Lærlingar og onnur undir útbúgving kundu vera kostgangarar á pensjonatum í Havn og á stórplássum – øll onnur ótu við hús.
Til at fáa fólk á matstovu fór ein framtakssamur hotellvertur í Havn í sjeytiárunum at skipa fyri døgurðum um kvøldið. Frá 1907 til 1992 var rúsdrekkasøla og skeinking á almennum støðum bannað, hetta kom tvørt fyri hjá matstovuvinnuni. Bannið galt tó ikki brúdleyp ella afturlatnar samankomingar, har til bar at skeinkja rúsandi løg, sum gestirnir sjálvir komu við. Í Havnar Klubba bar longu í 1799 til at skeinkja rúsandi drykk, sum limirnir sjálvir løgdu til, men teir góvu klubbanum fulltrú til at hava ta nøgdina av rúsandi drykkjum, ið teir høvdu loyvi at flyta inn.
Frá seint í sekstiárunum vórðu fleiri sokallaðir ølklubbar stovnaðir, og limir í hesum kundu taka eitt tilskilað tal á gestum við inn í klubban. Summir av hesum klubbum fóru eisini at bjóða mat og skipa fyri vínsmakking. Í 1992 varð rúsdrekkalógin broytt og Rúsdrekkasøla landsins sett á stovn. Í rúsdrekkasøluni fekst øl, vín og brennivín. Matstovur og vertshús kundu søkja um skeinkiloyvi, og samstundis vaks áhugin fyri mati og matmentan. Tveir føroyskir kokkar vóru ímillum teirra, sum skrivaðu undir Norðurlendska matgerðarmanifestið í 2004. Eins og aðrastaðni í Norðurlondum varð dentur nú lagdur á staðbundnar rávørur, at leita sær íblástur í heimligum matarhaldi og at geva henni eitt listafínt yvirbragd. Avmarkað er, hvat veksur í Føroyum av frukt, grønmeti og plantum, sum eru etandi, men tað, sum veksur, verður brúkt í nýggju matgerðini. Er gróðurin á landi til tað lítil, er havið so mikið ríkari. Mangt úr havinum, sum ikki varð hildið at vera munnbært fyrr, verður nú borðreitt við á matstovum, eitt nú skelfiski, hummarum og igulkeri. Aftrat legst so seyður, gæs og harur, og hartil sjó- og bjargafuglur, eitt nú náti og lundi. Tjógv og turrur fiskur í einum hjalli á Tjóðsavninum.
Føroyskur matur
Fram undir aldarskiftið 1900 fóru nógv ung konufólk á danskar húsarhaldsskúlar og fingu húspláss í Danmark. So við og við komu slíkir skúlar eisini í Føroyum eftir danskari fyrimynd, og tað hevði við sær, at tað gamla matlagið broyttist og gjørdist fjølbroyttari og meira meginlandskent. Nú á døgum er matarhaldið í Føroyum ikki nógv øðrvísi, enn tað er í øðrum Norðurlondum, men eins og aðrastaðni er ymiskt eftir av tí gamla matlagnum. Eitt nú grind, turt kjøt, og turrur fiskur og ikki síðst tað ræsta.
Fyrr varð lambskjøt yvirhøvur etið ræst ella turt. Feskt kjøt er nú einki lakari enn ræst og turt, men hóast eini 60.000 – 70.000 lomb verða skorin árliga, er eftirspurningurin eftir feskum lambskjøti so mikið stórur, at neyðugt er at flyta inn stórar nøgdir av íslendskum og nýsælenskum lambskjøti. Vøruúrvalið í teimum stóru matvøruhandlinum er meinlíkt tí, sum er í Danmark og aðrastaðni í Evropa, nakrar staðbundnar matvørur undantiknar.
Eitt nú fiskafars, knettir og ræst kjøt, skerpikjøt, riv, ræstur og turrur fiskur, grind og spik, bæði fesk og turr grind og feskt og lakasaltað spik og garnatálg. Turrur fiskur er ein matarsiðvenja, føroyingar, íslendingar, grønlendingar og partvíst eisini norðmenn eru felags um.
Les meira
- Bókmentir
- Felagslív og sjálvboðið arbeiði
- Mál og málføri
- Siðvenjur og frásagnir
- Trúgv og trúarligt virksemi
Les meira um føroyska mentan