Líkhús

© Styrelsen for Dataforsyning og Infrastruktur

Einar 100 m eystan fyri Magnuskirkjuna er ein toft av einum minni kirkjubygningi, ið nevnist Líkhúsið. Helst eru hetta leivdirnar av eini kirkju, sum ein skrivlig heimild frá um 1420 sigur vera í gerð. Vegglaðingin svarar saman við tað, sum heimildin sigur, og kolevni 14-tíðarfestingar av beinagrindum í kirkjugarðinum stuðla upp undir tað. Sambært heimildini vær ætlanin, at henda kirkjan skuldi vígast írska halgimenninum sankta Brandan. Hvussu breið kirkjan hevur verið, er torført at ætla, meginparturin av henni er farin í havið, men hon hevur verið 13 m long. Nú stendur einans tann meturtjúkki norðurveggurin eftir. Kirkjan stóð í einum kirkjugarði við vallella laðaðum garði uttanum.

Les meira

Les meira um føroyska mentan

  • Símun V. Arge

    (1948-2021) Cand.mag. í miðaldarfornfrøði og evropeiskari tjóðlívsfrøði. Ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.