Djóralívið á landið

Ein snjóhara (Lepus timidus) situr kúrr millum grót og skursl við Leitisvatn/ Sørvágsvatn í Vágum. Hon er mest frammi, tá ið myrkast er, men sæst eisini á degi í paringartíð. Snjóharan nørist dúgliga; í Føroyum leggur hon sum oftast tríggjar ferðir um árið, 1-4 ungar hvørja ferð.
THOMAS BILLE, 2021

Sum galdandi er fyri plantulívið í Føroyum er sama at siga um djóralívið. Sløgini eru ikki so mong, tá ið borið verður saman við næstu grannalond, og eins og plantunum viðvíkjandi er orsøkin tann sama djórunum viðvíkjandi. Tað at oyggjarnar ikki eru so stórar og liggja so fjart frá øðrum londum, tað ger mesta munin. Á landi eru skrásett færri enn 2.000 ymisk sløg av ryggleysum dýrum, men júst hvussu mong teirra mynda fastar stovnar, er óvist. Harumframt eru annars stórir skordýrabólkar við fleiri sløgum als ikki at finna í Føroyum, teirra millum drekaflugur, samdøgursflugur og steinflugur.

Umframt laks, sum er fluttur til oyggjarnar, og ælabogasíl eru bara fimm sløg av feskvatnsfiski, sum natúrliga eru at síggja, og súgdjórini eru trinni, innslødd ella innflutt, og so haraftrat seks sløg av flogmúsum, sum bara eru tilvildarligir gestir. Og hóast fuglalívið kann tykjast ríkt, so er størri partur av teimum 334 ymisku fuglasløgunum, sum skrásett eru í Føroyum, flytifuglar og tilvildarligir gestir.

Tistilfirvaldurin (Vanessa cardui) er flytifirvaldur, sum á vári flytur norðureftir úr økinum við Miðjarðarhavið. Hann er stinnur á veingjum og kemur so langt norður sum til Føroya og Íslands. Ávís ár kann hann gera innrás at kalla, eitt nú í 2019, tá ið hann var at síggja í meingi nógvastaðni í Føroyum. Tistilfirvaldurin tolir ikki frost, og teir summarfuglar, sum eru at síggja í Føroyum á sumri, eru tí allir flytifirvaldar sunnaneftir.
JOHNNY MADSEN/BIOFOTO/RITZAU SCANPIX, 2019

Tá ið djórini koma og týdningur menniskjans í tí sambandi

Verður sæð burtur frá innsløddu og innfluttu djórasløgunum, so javnvigar talið av djórasløgum í Føroyum rættiliga væl. Regluliga doyggja summi út, og onnur sløg koma aftrat og fóta sær. Áðrenn slík javnvág er íkomin, hevur parturin av innfluttum sløgum stórliga havt munin á teimum, sum útdeyð eru.

Tá ið síðsta ístíð var um at vera av, var neyvan nakað djóralív í Føroyum. So hvørt sum nýtt lendi kagaði fram úr ísinum, og fyrsti gróðurin fór at næla, var lívsgrundarlagið tó nóg stórt til, at einstøk av skordýrunum, eiturkoppunum og øðrum smádýrum, sum vindur, vatn og fuglar áhaldandi fluttu við sær, kláraðu at hóra undan. Komandi øldirnar fjølgaðist talið av sløgum. Vøksturin var tó neyvan javnur, men hevur helst lagað seg eftir broytingum í veðurlagnum og í plantujørðildinum.

Hvussu djóralívið hevur verið undan landnáminum, tá ið fyrstu fólk festu búgv, er óvist. Harafturímóti er einki at ivast í, at landnámið er tann hending síðani ístíðina, sum hevur havt størst árin á djóralívið í Føroyum. Hóast neyva ásetingin av landnáminum er óviss, og tað helst hevur rokkið um longri tíðarskeið, so staðfesta fornplantufrøðiligar kanningar, at árinið á náttúrna hevur verið stórt. Av tí at fyrstu niðursetufólkini settu búgv, har ið nógvur fuglur var, má haldast, at fuglur longu tá var týðandi partur av tí, sum fólk ótu. Í fornfrøðiligum útgrevstrum eru nógv bein av sjófugli at finna. Hesin fuglurin átti í líðunum, og tað liggur nær at hugsa sær, at fólk eisini hava etið fuglaegg, ikki minst undan grágás, ternu og mása, sum reiðraðust, har høgligt var at ræna eggini. Fyrstu fólkini hava eisini havt við sær hundar og kanska eisini kettur, og kanska vóru tað eisini tey, sum óvitandi drógu heimamúsina til Føroya.

Áhaldandi alt frá landnámi hevur djóralívið verið fyri ávirkan. Hóast veiðan hevur ávirkað fuglalívið, var fólk so fáment fyrstu øldirnar eftir landnámið, at veiðan gjørdi lítlan mun. Sum fólkatalið vaks, vaks eisini ávirkanin munandi, bæði tí at meira varð veitt, men eisini tí at skaðadýr og húsdýr, serliga nógvi seyðurin, so við og við ávirkaðu djórlívið og landslagið.

Eyðsýndast er afturgongdin, ið var fuglalívinum fyri. Longu í Indberetninger, indhentede paa en allernaadigst befalet, Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782 (fyrstu ferð prentað í 1959) veit J. Chr. Svabo at siga um afturgongd, tá ið kemur til fleiri fuglasløg, og hóast framgongd hevur verið hjá summum sløgum ávís tíðarskeið, myndast eitt fuglalív, sum bara er brøkpartur av tí, ið einaferð var. Eitt sjónligt dømi eru fleiri støð, sum eru nevnd eftir fuglum, sum ikki longur eiga har um leiðir.

Men tað er ikki bara fuglalívið, sum menniskjan hevur ávirkað. Í eitt nú bæði Saksun og Tjørnuvík vóru fyrr hyljar og vøtn, sum seinni eru vorðin avveitt og velt. Hetta hevur havt við sær, at tey skordýr, sum upprunaliga hildu til her, eru horvin, og í staðin eru komin vanlig sløg, sum hava lagað seg eftir at liva á føðsluríkum grasvíddum.

Javnvágin, sum í órørdum lívfrøðiligum skipanum stendur við, av tí at sumt fellur frá, og annað legst aftrat, er í Føroyum stórliga órógvað av mannaávum. Myndin verður eisini gruggað av teimum mongu fremmandu djórasløgunum, sum tilvitað ella ótilvitað verða flutt til oyggjarnar. Í dag eru sløgini av ryggleysum dýrum, sum fólk hava tikið við sær, fleiri enn sløgini, sum komin eru natúrliga til Føroya.

Fremmand og innræsin sløg

Í Føroyum eru nú fleiri fremmand sløg, sum fólk tilvitað ella av óvart hava hava drigið við sær til oyggjarnar. Fleiri av hesum sløgum hava verið natúrliga djóra- og plantulívinum til bága og mugu tí metast sum innræsin.

Fyrstu niðursetufólkini í Føroyum høvdu neyt við sær og umframt eisini geitir, seyð, svín og hundar. Fleiri ferðir eru kaninir innfluttar, og so tíðliga sum í 1600-talinum vóru her kaninir, sum ymisk tíðarbil hava verið at rokna sum stovnar. Nú á døgum verða tamar kaninir havdar sum kelidýr og ofta síggjast tær spelandi runt í bygdunum. Snjóharan varð flutt til Føroya í 1800-talinum og er í dag á flestu oyggjum. Heimamúsin (Mus musculus) kom ivaleyst til oyggjarnar við fyrstu fólkunum, og í 1768 vóru fyrstu brúnu rotturnar (Rattus norvegicus) at síggja. Í dag er brúna rottan á sjey av teimum 18 oyggjunum og hevur ivalyst verið við til at forkomið yvir 100.000 pørum av lunda, skrápi og drunnhvíta.

Í 1800-talinum og 1900-talinum varð roynt at flyta inn bæði fjallarýpu (Lagopus muta) og dalrýpu (Lagopus lagopus) sum veiðifugl, men rýpa megnaði ikki at hóra undan sum stovnur. Knubbasvanar (Cygnus olor) vórðu innfluttir um miðja 20. øld og hava hildið til í viðarlundini í Havn og, sum frættist, eisini í Vági. Teir hóraðu heldur ikki undan sum stovnur. Oknir ella sangsvanir síggjast sum flytifuglar, og onkrir av hesum flytifuglunum eru fangaðir og hava átt heima eitt nú á Skógrøkt Landsins í Gundadali, har eitt par fekk ungar undan í 2004. Síðani eru oknir sleptar m.a. á Eiði og í Hvalba, har tær eru farnar at reiðrast.

Froskar hava eingir verið í Føroyum, men í 2000 vórður árundaðir froskar (Rana temporaria) fluttir inn til Nólsoyar og sleptir í eitt frílendislanddýrabúr. Hiðani sluppu teir tó út og hava fótað sær á oynni. Í 2019 ljóðaði, at fleiri føroyingar høvdu í hyggju at sleppa froskum út m.a. í Streymoynni.

Flestu fremmandu sløgini, sum koma sløðandi, eru ryggleys dýr. Eitt slag, sum uttan iva má verða mett sum innræsið, er nýsælendski flatmaðkurin (Arthurdendyus triangulatus), sum fyrstu ferð var at síggja í 1982, ivaleyst fluttur inn við plantum úr Bretlandi. Nú er hann farin víða og sæst ofta. Av tí at hann etur reyðmaðk, er reyðmaðkastovnurin minkaður, og tað ávirkar veltingina og ger, at minni fæst burtur úr landbúnaðinum.

Í 1996 fekk Náttúrugripasavnið, fyrstu fráboðanirnar um morsniglar (Arion lusitanicus) í Føroyum. Snigilin er nú at finna í flestu bygdum, har hann er til bága í urtagørðunum. Men hann vísir seg ikki at spjaðast uttan fyri bygt øki.

Nøkur liðdýrasløg eru eisini komin aftrat – innslødd. Undan aldaskiftinum 2000 vóru t.d. hvørki vespa (Vespula vulgaris) ella ljós humlufluga (Bombus lucorum) at síggja, men nú síggjast tær ofta á fleiri av oyggjunum. Nýggj innandurakykt eru eisini at finna, m.a. silvurkykt (Lepisma saccharina) og torvatrøllaeiturkoppur (Pholcus phalangioides).

Tá ið snjóharan misti hvíta vetrarfeldin

Av tí at menn fegnir vildu hava onnur dýr at veiða, varð roynd í 1831-32 gjørd at flyta harur (Lepus europaeus) úr Danmark til Føroya. Harurnar hóraðu tó ikki undan, og royndin miseydnaðist. Í staðin varð roynt við snjóharum (Lepus timidus), og í august 1855 vórðu snjóharur úr Kragerø í Noregi sleptar við Tórshavn. Snjóharurnar trivust, og stovnurin vaks seg so stóran, at snjóharur eisini vórðu sleptar í øðrum av teimum størru oyggjunum. So seint sum i 2012 vórðu snjóharur sleptar í Hesti

Í Noregi skiftir snjóharan lit, tá ið veturin stundar til. Hon fær hvítan vetrarbúna, og sama hendi eisini meginpartinum av teimum snjóharum, sum endaðu í Føroyum. Men her er veturin nógv mildari enn í Noregi, og her legst vanliga heldur ikki so nógvur kavi. Í brúnliga og grøna landslagnum gjørdust tær hvítu snjóharurnar lættur fongur og veiðan hevði skjótt við sær, at munur gjørdist á, hvørjar harur vóru mest skotnar. Tær snjóharurnar, sum varðveittu grábrúna feldin um veturin, høvdu væl størri møguleika at sleppa snikkaleysar, tá ið harumenn fóru við byrsu í hagan, og longu í 1870-unum vórðu veiddar á leið líka nógvar hvítar og brúnar snjóharur. Í 1882 var parturin av hvítum snjóharum fallin niður á 25 %, og i 1890 vóru tær bara 5-6 %. Seinasta hvíta snjóharan var skotin á vetri í 1916-17, og nú eru allar snjóharur í Føroyum brúnar.

Enn er gravgangur eftir at sleppa at skjóta harur, og tað er ivaleyst eisini neyðugt, skal stovnurin ikki gerast ov stórur. Harumframt er sølan av veiðuloyvum fyri mánaðirnar novembur og desembur fitt íkast til hagapartarnar, sum selja.

Les meira

Les meira um nátturuna og landslagið í Føroyum