
Skarð ella á Skarði er 16 merkur, av teimum er 1 mørk og 12 gyllin festijørð og 14 merkur og 4 gyllin óðalsjørð. Festini eru 2, og seyðatalið er 340 áseyðir.
Bygdin er nevnd í 1584. Ein stór bátsvanlukka í 1913, har allir arbeiðsførir menn á Skarði lótu lív, gjørdi, at fólkini fóru av Skarði í 1919, og síðani hevur eingin búð har.
Yrkjarin og háskúlamaðurin Símun av Skarði var av Skarði.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum