Á Trøllanesi, nevnd í 1584, búgva 13 fólk, og har eru 16 merkur, av teimum eru 11 merkur og 8 gyllin festijørð og 4 merkur og 8 gyllin óðalsjørð. Festini eru tvey. Seyðatalið er 375 áseyðir.
Trøllanes liggur óvard ímóti Norðhavinum og hevur tískil sera vánalig lendingarviðurskifti og var ofta avskorin frá umheiminum um veturin. Fyrr var ikki kirkjugarður í bygdini, so teir noyddust at bera kistuna eftir gøtuni til Mikladals og syðru bygdirnar. Summastaðni var so smalt, at líkið mátti takast úr kistuni, og bæði líkið og kistan máttu berast á bakinum. Trøllanes fekk ikki kirkjugarð fyrr enn umleið 1830. Bygdin fekk vegasamband við tunli í 1985.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum