

ÓLAVUR FREDERIKSEN, 2015
Í Syðradali búgva 6 fólk, og har eru 16 merkur og 12 gyllin, av teimum eru 6 merkur og 4 gyllin festijørð, og har er ein festari, og 10 merkur og 8 gyllin óðalsjørð. Seyðatalið er 420 áseyðir.
Tann gamla bygdin Blankaskáli, nevnd í 1584, varð rakt av skalvalopi í 1809. Eingin doyði, men vitanin um skalvalopini, sum fleiri ferðir høvdu kravt mannalív í Gerðum á Borðoynni, fekk fólkini at flyta eystur um oynna: her bygdu tey Syðradal í 1812. Tey síðstu fóru av Blankaskála í 1816, har hevur eingin búð síðani.
Les meira
Les meira um oyggjar, býir og bygdir í Føroyum